Brandur Sandoy vil ikki svara

Brandur Sandoy vil ikki siga um hann fer at atkvøða fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um at játta sjey milliónir krónur næsta ár.

til at gera kjarnuboringar í sambandi við ætlaða Sandoyartunnilin lidnan, ella um hann ætlaði at rýma úr tingsalinum, akkurát sum hann gjørdi, tá ið eitt annað uppskot um at fremja Sandoyartunnilin var fyri, sum hann málbar seg

Brandur Sandoy takkaði fyri spurningin, men svaraði ikki.

Hinvegin heldur hann, at Javnaðarflokkurin er tikin úr leikum at senda politiskar ballónir upp í loft.

- Men hví er Sandoyartunnilin ikki komin eftir at Javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu í fleiri valskeið, spyr Brandur Sandoy.

Tvørtur ímóti hevði formaður Javnaðarfloksins einaferð lýst tunnilssteðg av tingsins røðarapalli, ella ”tunnils time-out” sum hann segði.

Hann heldur, at tað eigur at vera samanhangur í tí, politikarar siga og gera, við týðiligari ávísing til Javnaðarflokkin í hesum føri.