Fredrikstad vann í kappingini Atlantic Cup niðri í Portugal ein greiðan 3-0 sigur á Elfsborg. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.
Brandur H. Olsen legði Fredrikstad á odda tá 17 minuttir vóru leiktir, og 17 minuttir seinni økti hann til 2-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Jóannesi Bjartalíð. Stutt undan steðginum økti Mai Traore til 3-0.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið fekk liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara fyrsta sigurin í 2024.
Komandi týskvøld klokkan 19 spælir Fredrikstad enn ein dyst í Atlantic Cup. Tá møta teir amerikanska liðnum, Real Salt Lake.