Brandur vil vísa hvat hann dugur

Manslandsliðið: Brandur Hendriksson er komin fyri seg og vil vísa, hvat hann dugur við einum bólti

Mynd: (FSF)

Føroyska landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Póllandi, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Millum teir fyrstu ellivu verður væntandi Brandur Hendriksson.

- Tað er gott at verða aftur, eftir at hava verið skaddur í einar 16 til 18 mánaðir. Eg havi spælt næstan allar dystirnar í seinastuni í Norra og talið av minuttum økist. Eg føli nú, at eg aftur kann vísa hvat eg dugi við einum bólti, sigur Brandur Hendriksson.

Hann er saman við Mikkjali K. Thomassen venjara og Jóannesi Bjartalíð fluttur upp í bestu deildina í norskum fótbólti. Tað kann koma at gagna føroyskum fótbólti í longdini.

- Um tú spælir á hægri stigi hvørja viku, so blívur tú betri. Tað er gott fyri meg og Jóannes Bjartalíð, og vónandi kann tað hava eina positiva ávirkan. Tað er gott at vit kunnu spæla á einum hægri stigi, sigur Brandur Hendriksson og leggur afturat:

- Fyri meg hevur landsliðið altíð verið týdningarmikið og eg gleði meg at møta einum sterkum pólskum liðið og vísa hvat eg kann við einum bólti.

Dysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

Mynd: (FSF)