Arni Brattaberg varð afturvaldur í nevndina hjá Betri samtakinum í dag, hóast ikki viðmældur av tilráðingarbólkinum hjá samtakinum
Trý sæti í nevndini skuldu veljast, men bert ein av teimum sitandi nevndarlimunum stillaðu uppaftur, og tað var Arni Brattaberg. Ingeborg Godtfred, sum hevur sitið sum næstforkvinna í nevndini fram til í dag, stillaði ikki uppaftur, og tað gjørdi Gunnar í Liða heldur ikki.
Les eisini: Mæla frá at velja formannin í nevndina
Nú er støðan, at Arni Brattaberg varð afturvaldur á triðja plássið, meðan Teitur Poulsen og Gunn Danielsen, sum vórðu viðmæld av tilráðingarbólkinum hjá samtakinum, fingu fyrsta og næsta plássið í nevndini.
Spurningurin er so, hvussu nevndir fer at skipa seg. Eingin ivi er um, at hendan nevndin, sum nú er vald, hevur týdning fyri samtakið, tí hetta er ovasta nevndin í Betri samtakinum. Áður hava valdsdystir tikið seg upp millum fleiri partar í nevndini og spurningurin er, hvussu hesi bæði nýggju fólkini fara at ávirka valdsjavnvágina í Betri nevndini. Meira um tað seinni.