Breiðablik íslendskur meistari á fyrsta sinni

Fótbóltssøga var skrivað í Ìslandi í dag, tá fyrrverandi felagið hjá fyrrverandi føroyska landsliðsspælaranum, Hans Fróða Hansen, Breiðablik gjørdist íslandsmeistari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

 

Breiðablik var á útivølli ímóti Stjarnuni í dag, og endaði dysturin við málleysum javnleiki. Nærmasti kappingarneytin, FH úr Hafnarfirði vann 3-0 á útivølli ímóti Fram í Reykjavík, men FH hevur ein væl verri málmun enn Breiðablik. FH hevur pluss 17 mál, meðan Breiðablik hevur pluss 24. Tí má FH taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum á hesum sinni.

 

Vestmannaoyingar høvdu eisini ein teoretiskan møguleika at vinna meistaraheitið í dag, men ÍBV tapti stórt í Keflavík. Talan gjørdist um ein greiðan 4-1 sigur til heimaliðið, og mugu eyjamenn soleiðis noyðast við bronsuheiðursmerkini.

 

Haukar og Selfoss flyta niður í næstbestu deildina. 12 lið eru í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Leikt verða 22 umfør.

 

Endaliga støðan í bestu íslendsku fótbóltsdeildini 2010 :

 

Dystir V J T Mál Stig

 

1. Breiðablik 22 13 5 4 47:23 44

2. FH 22 13 5 4 48:31 44

3. ÍBV 22 13 3 6 36:27 42

4. KR 22 11 5 6 45:31 38

5. Fram 22 9 5 8 35:35 32

6. Keflavík 22 8 6 8 30:32 30

7. Valur 22 7 7 8 34:41 28

8. Stjarnan 22 6 7 9 39:42 25

9. Fylkir 22 7 3 12 36:42 24

10. Grindavík 22 5 6 11 28:39 21

--------------------------------

11. Haukar 22 4 8 10 29:45 20

12. Selfoss 22 5 2 15 32:51 17

 

(Kelda: Morgunblaðið)