Samgongan og Tjóðveldi tykjast hava gjørt eina semju um at hjálpa hvørjum øðrum við at fáa uppskot samtykt í Løgtinginum. Fleiri stórmál er til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag.
Millum málini kunnu nevnast umstrídda makrelbýtið í ár og játtanarkarmarnir til fíggjarlógina næsta ár.
Í báðum førum týðir okkurt á, at Tjóðveldi fer at hjálpa samgonguni at fáa bæði málini í gjøgnum.
Í álitinum til uppskotinum um játtanarkarmar eru fíggjarnevndarumboðini fyri Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi samd um játtanarkarmarnar komandi fimm árini.
Næsta ár verður útreiðslukarmurin næstan 4,9 milliardir krónur. Inntøkukarmurin verður góðar 4,4 milliardir, tað vil siga eitt undirskot á slakar 450 milliónir krónur.
Uppskotið hjá Høgna Hoydal um at skipa ein Búskapargrunn er eisini til aðru viðgerð í dag.
Eisini her tykjast vera breið semja til uppskotið, sum er broytt her og har.
Fíggjarnevndarlimirnir eru komnir ásamt um ein leist fyri, hvussu grunnurin, sum millum annað skal nýtast sum amboð at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, skal skipast.
Onnur uppskot, sum hava aðru viðgerð í dag eru millum annað uppskotið at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið, byggingin av stovni í Eysturoynni til børn við fjølbreki,byggingin av vardum bústaðum í Norðuroyggjum og Eysturoy til fólk við serligum tørvi og uppskotið um at byggja nýtt havrannsóknarskip.
Tingfundurin skuldi byrjað klokkan ellivu fyrrapartin.