Breiðablik tapti og KA leikti málleysan javnleik

Úrtøkan var soltin hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár

Ígjár vóru tvey føroyingalið í leiki í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Patrik Johannesen leikti allan dystin í álopinum hjá verandi meistarunum, Breiðablik sum var fyri rættiliga óvæntaðum 1-2 tapi móti ÍBV á útivølli.

 

Eiður Aron Sigurbjörnsson skoraði sigursmálið hjá ÍBV tá klokkan var farin framvið teimum 90 minuttunum. 

 

ÍBV legði seg á odda tá 38 minuttir vóru farnir. Höskuldur Gunnlaugsson javnaði til 1-1 beint undan steðginum. Tann støðan helt sær líka til 90 minuttir vóru farnir.

 

Breiðablik hevur trý stig fyri tríggjar dystir, og tað er als ikki nøktandi fyri verandi meistararnar. 

 

Liðið hjá Pæturi J. Petersen, KA leikti javnleik 0-0 móti Keflavík á heimavølli í dag. Pætur slapp á vøllin tá 60 minuttir vóru leiktir.

 

KA hevur fimm stig fyri tríggjar dystir, og eru fyribils triðfremst í deildini.

 

Í kvøld klokkan 20.15 taka Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti KR á heimavølli.