Breiddin er vorðin væl størri

Deybóltarnir hava í sera nógvum førum verið orsøkin til málini og harvið, hvussu úrtøkan hevur verið, og í fyrsta endaspælinum var tað tann minni, sum vann á tí størra

SAMANUM 18. UMFAR

Í bestu fótbóltslíkindum varð leygardagin punktum sett fyri 2002 kappingini. Tað var eitt sindur buldraligt, tá fyrsta umfarið var á skránni 5. mai. Verkfallið gjørdi, at teir í FSF mettu tað vera neyðugt at skifta fyrsta og sætta umfarið um. Tað hepnaðist væl, og síðani hevur tað nærum gingið eftir ánni. Eisini tí at veðrið hevur verið so hendinga gott. Undantakið var 1. september, tá fleiri dystir vórðu útsettir orsaka av fyrsta og higartil einasta heystarillveðrinum.
HB var longu undan síðsta leikdegi FM vinnari. Við stórum fylgi vóru teir á Tvøroyri eftir steypinum og gullkrónunum og fyri at verða heiðraðir, tá teir komu aftur til Havnar.
Einki skal takast frá TB. Hóast teir vóru fluttir niður í næstbestu deildina, so spældu teir sum fyri lívinum, og tað var við til at gera síðsta dystin undirhaldandi. Tað skerst ikki burtur, at HB spælararnir høvdu hugsanirnar nógva aðra staðni enn á vøllinum, og tíbetur er munurin millum liðini hóast alt ikki størri enn so, at tað kostar ikki at vera sinniliga giraður til uppgávuna.

Óvæntað úrslit
Fleiri úrslit í ár bera boð um, at munurin millum botnliðini og tey fremstu ikki er so stórur, at einki er at spæla um.
TB og Skála hava alt kappingarárið kappast um níggjunda plássið. Tá øll átjan umførini vóru spæld, var tað EB/Streymur, sum endaði á níggjuna plássinum, meðan Skála í fyrstu royndini nakrantíð í bestu deildini slapp undan beinleiðis niðurflytingini og undan at spæla um niðurflyting. Tað var væl klárað, og vit ynskja Skála tillukku.
TB vann bara eina ferð. Tað var í fyrsta umfarinum á heimavølli ímóti VB. TB megnaði málleysan javnleik á Toftum. Tað var óvæntað.
EB/Streymur var bara eitt at trimum liðum, sum megnaði at vinna á meistarunum á heimavølli (B36 og KÍ vunnu eisini á HB). Í áttanda umfarinum, 23. juni, vann EB/Streymur á Mølini 2?1 á HB. Tá var tað lítið, sum bendi á, at HB skuldi vinna FM, og at EB/Streymur ikki skuldi sleppa undan at spæla um plássið í bestu deildini. EB/Streymur megnaði 1?1 á heimavølli ímóti B36 og 3?3 ímóti B68, men á útivølli fingu teir bara stig í 1?1 javnleikinum á Tvøroyri.
Skála megnaði fleiri óvæntað úrslit. Á heimavølli spældu teir javnt ímóti B36 og KÍ, og so vunnu teir á Toftum.
Omanfyri nevndu úrslitini siga, at tað er altíð møguleiki fyri, at tað, sum ikki eigur at koma fyri, væl kann gerast veruleiki.

Deyðbóltarnir
Veteranurin Jan C. Dam er ein skilagóður maður. Fyrr í summar segði hann her í blaðnum, og hann endurtók í sjónvarpinum leygarkvøldið, at høvuðsorsøkin til, at HB hevur vunnið FM, er, at teir hava so góðar einarar í álopinum. Tað er púra rætt. Tølini tala. Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum hava skorað 30 mál tilsaman, og tað er framúr, sjálvt um átta av málunum hjá Andrew eru skorað upp á brotsspark.
John Petersen hevur skorað fimtan mál. Men annars hava málskjúttarnir ikki verið so støðugir. Merkisvert er tað, at eingin NSÍ spælari telist millum fremstu málskjúttarnar. At NSÍ álopið á ongan hátt hevur megnað at liva upp til tað, sum HB menninir hava gjørt, er ivaleyst ein partur av frágreiðingini, at HB vann gull og NSÍ silvur og ikki gull.
Tá fremstu menninir ikki megna at skora so ofta, so hevur tað stóran týdning at fáa nyttu burturúr deyðbóltsstøðunum. Vit hava ikki neyv hagtøl uppá, hvussu nógv mál eru skorað eftir deyðbóltsstøður, men tey eru nógv. NSÍ, KÍ, GÍ og B36 hava ofta skorað eftir fríspørk, hornaspørk og eisini innkøst, og so eru tað brotsspørkini. Tá tað er soleiðis, hevur tað alstóran týdning at venja deyðbóltsstøður. Tað tykjast fleiri feløg at hava gjørt meiri við í ár, enn tað nakrantíð áður hevur verið gjørt.
Brotsspørkini eru ein søga fyri seg. Serliga hjá B36. Av ellivu teimum seinastu brotsspørkunum, sum teir hava fingið í teljandi dystum, hava teir misnýtt níggju! Og teir hava sum einasta felag í ár megnað at misnýtt tvey brotsspørk í sama dysti. Tað gjørdu teir í Gundadali ímóti NSÍ.

Sekkirnir
Mest serliga við 2002 kappingarárinum var, at fimm venjarar fingu sekkin, at ein venjari stakk í sekkin, og at tað bara í einum felag verður sami venjari, tá tað verður farið undir nýggja kappingarárið, sum hevði somu uppgávuna, tá tað varð farið undir nú lokna kappingarárið.
Spurningurin er so, um tað gagnaði feløgunum at skifta venjara. Svarið er ikki eintýðugt, tí tað valdast um, hvat verður mett sum gagnligt. Tað man vera rættuliga ivasamt, um tað hevði eydnast hjá HB at vunnið FM, um teir ikki høvdu gjørt skjótt av og skift venjara, og tað man eisini vera rættuliga ivasamt, um tað hevði eydnast hjá Skála at komið undan niðurflyting, um teir ikki høvdu havt skift venjara. Tað hava avrikini fyri og eftir venjaraskiftini hjá hesum feløgunum víst.
TB hevur skift venjara tvær ferðir, og B68 og VB skiftu eina ferð. Hjá B68 tóktist skiftið at koma væl við tvær tær fyrstu ferðirnar. Leygardagin kiksaðu teir á heimavølli ímóti Skála. Skálamenn høvdu meiri at spæla fyri, og teir vunnu 3?2. Spurningurin eftir ikki sannførandi B68 avrikið er, um teir vóru farnir í vetrarfrí, eftir at teir hildu seg hava prógvað fyri sær sjálvum tað, sum teir skuldu eftir venjaraskiftið, ella um góðu úrslitini tvey tey fyrstu umførini eftir venjaraskiftið bara vóru tann íblásturin, sum tað so ofta sæst, tá venjarin verður skiftur.

Endaspølini
Nú er greitt, at B68 skal flyta upp í 2. deild, og at NSÍ skal niður í 2. deild. Tað var altso tað lægri stadda liðið, sum vann á tí hægri stadda.
Merkisvert er tað, at teir næstbestu hjá gullvinnarunum í HB og silvurvinnarunum í NSÍ flyta niður úr 2. og í 3. deild.
B71 og EB/Streymur skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tað verður ivaleyst heilt spennandi. Í útgangsstøðuni eigur EB/Streymur at vera betri fyri, og teir vístu seg leingi at hava gott tak á í bestu deildini. Trupulleikin hjá teimum varð, at Skála síðsta partin av kappingini av álvara fór at gera um seg.
Men tað er einki at ivast í, at tað kennist væl hugaligari hjá B71 at spæla um plássið í 1. deild, enn tað ger hjá EB/Streymi. Sandoyingarnir hava stríðst fyri at røkka støðuni, sum teir nú eru í, meðan teir í EB/Streymi í síðsta umfarinum komu í eina støðu, sum tey flestu fyri einum mánaði síðani ikki kundu ímynda sær, at teir fóru at koma í. Tað er einki hugaligt at skula spæla fyri lívinum, tá tú leingi hevur roknað við, at tú skuldi halda frí!