Breivik-dómurin ongan týdning fyri rættarkensluna

Norskir granskarar halda ikki, at niðurstøðan í dóminum um hópdrápsmannin Breivik hevur stórvegis týdning fyri rættarkensluna hjá fólki.

Kjakast hevur verið dúgliga um, hvør straffur hóskar best til Anders Behring Breivik ella samsvarar best við tað, sum fólkið ynskir. Men í veruleikanum er hetta ikki so týdningarmikið, halda fleiri norksi granskarar. Tað stendur at lesa á heimasíðuni forskning.no.

- Tað týdningarmiklasta er, eftir mínari meting, at meirilutin hevur fingið ta fatanina, at rættargongdin hevur verið rættvís, og alt er gjøgnumgingið niður í smálutir. Eisini er umráðandi, at grundgevingin hjá dómarunum er nakað, sum fólk kunnu síggja skynsemi ella rationalitet í, sigur Erling Johannes Husabø, professari í revsirætti á Universitetinum í Oslo.

Leif Petter Olaussen, ið undivísur í kriminologi og rættarsosiologi á Universitetinum í Oslo, heldur, at líka mikið hvussu dómurin hevði ljóðað, so vilja nøkur fólk halda, at straffurin ikki er nóg harður.

- Einstakøk rættarmál eru ongantíð avgerandi fyri rættarkensluna hjá fólki, og soleiðis er eisini við Breivik-dóminum. Vit menniskju eru soleiðis, at vit síggja tingini í einum samanhangi og koma síðani víðari. Líkamikið hvør dómurin er, eru vit noydd til at góðtaka, at hetta bleiv endaliga avgerðin, hóast tað altíð vilja vera nøkur, sum komandi tíðina fara at kjakast hetta rættarmálið og dómin, sigur Leif Petter Olaussen og leggur afturat:

- Tey fólkini, ið halda, at dómurin er ov harður, fara ongantíð at siga tað hart, tí tað kann virka stoytandi fyri ofrini.