Tá ið Norröna kom á Havnina í morgin, fóru fólk frá Skipaeftirlitinum og frá politinum umborð at leita eftirnorsøkini til óhappið, sum hendi í einum ketli umborð leygardagin seinnapartin.
Norröna var júst farin úr Esbjerg, tá ið ein maskinmaðurin fór at reinsa ein ketil. Tað hendi ett óhapp, og hann brendist illa.
Petur Holm, stjóri á Smyril-Line sigur, at teir av manningini, sum beinanvegin komu til mannin, gjørdu eitt gott arbeiði undir leiðslu av stýrimanninum. Teir køldu mannin niður.
Samstundis vórðu boð send eftir hjálp, og ein tyrla hjá donsku sjóverjuni kom eftir manninum og fleyg hann á brunadeildina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Í dag sigur Petur Holm, at maðurin er ikki so illa farin, sum tey bóru ótta fyri í fyrstani. Sum hann hevur skilt tað, hevur maðurin 3. gradsbrenning onkrastaðni á kroppinum og annars 1. og 2. grads brenning.
Maðurin, sum er í miðal árum, verður liggjandi á Ríkissjúkrahúsinum í 10-14 dagar.
Tá ið slík óhapp henda, skal Skipaeftirlitið hava boð, og Smyril-Line boðaði eisini beinanvegin Skipaeftirlitinum frá. Er nakað í vegin umborð, verður brekið sjálvandi rættað, sigur Petur Holm.
Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum, kundi í morgun siga nakað um, nær Skipaeftirlitið er liðugt við sínar kanningar.
Petur Holm upplýsir annars, at teir tólv menninir, sum vóru um skadda mannin eftir óhappi, fingu tilboð um at fara í land í morgun at tosa við sálarfrøðing. Tað kundi verið, at onkur hevði fingið onkran trega av tilburðinum.