Brendu ov nógvar opnar málmøguleikar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr landsliðsvenjaran, Kára Nielsen taka samanum avrikið ímóti Kýpros

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kára Nielsen, landsliðsvenjara hjá føroyska manslandsliðnum aftaná Kári hevði sæð sínar leikarar tapa 19-20 (9-8) ímóti Kýpros í høllini á Hálsi í Havn.

 

Kári Nielsen mátti staðfesta, at føroyska liðið brendi illa, og tók ikki av nógvum opnum málmøguleikum. Føroyska liðið kiksaði heilt einfalt málmøguleikar, sum teir ikki áttu at kiksa.

 

Á jaligu síðuni nevnir Kári Nielsen verjuna, sum hann helt stóð væl teir fyrstu 45 minuttirnar, men ikki eins væl seinasta korterið.

 

Nú er bert eftir hjá Kára Nielsen og restini av hópinum at vóna, at Grikkaland vinnur ein tepran sigur á Kýpros í annaðkvøld, so tað føroyska liðið enn hevur ein møguleika at spæla seg víðari, tá teir møta Grikkalandi sunnudagin klokkan 16.