Verkfall
Vágar:
Dieseloljan til bilar er uppi í Vágum, og bensinið er eisini farið at fjara í tangunum. Eingin goymslutangi er í oynni, og ikki slepst um Vestmannasund við tangabilum at fylla íaftur.
Skelti eru nú komin á dieselpumpurnar á støðunum í Vágum, har sagt verður, at einki brennievni er eftir til teir bilarnar, sum koyra við diesel.
Bensintanarnir eru ikki tómir enn, men har er farið at fjara álvarsliga í summum.
Hjá Mylluni í Miðvági, sum selir bensin fyri Shell, siga tey, at týsdagin seldu tey einar 3.000 litrar av bensini. Fólk løgdu undir seg, verður sagt.
Tá latið varð upp týsmorgunin, vóru einir 7.000 litrar av bensini í tanganum. Tað er tað sama, sum vanliga verður selt eina viku, verður sagt. Men út í móti helvtini varð selt bara týsdagin, og væntandi var, at týskvøldið mundi fara at vera rættiliga lítið eftir. Diesel olja til bilar var eingin eftir.
Á Statoil støðini í Sørvági var ikki fult so galið við bensininum. Har væntaðu tey, at ey mundu hava bensin eftir til eina viku ella so í hvussu var. Men diesel var heldur einki eftir har úti mikumorgunin, tá tosað varð við støðina.
Snorri á Steig, sum er avgreiðslumaður hjá oljufelagnum Shell í Vágum, sigur, at eingir tangar eru í oynni til at goyma bensin og bildiesel í.
Koyrt verður við tangabilum til Havnar, hvørja ferð, fyllast skal á goymslurnar hjá bensinstøðunum í Vágum. Og so leingi verkfallið leggur strandfaraskipini lamin, verður eingin bilur fluttur um Vestmannasund.
Hin vegin nýtist vágafólki ikki at óttast fyri at sita køld heima, hóast verkfallið er, tí goymslutangar eru í Sørvági til vanligu húsarhalds brennioljuna, og har verður fylt á frá tangaskipi, sum kemur við jøvnum millumrúmum.