- Mestu ávirkanina á prísgongdina í 2010 hava prísirnir á brennievni havt. Prísirnir á brennievni til húsarhald eru øktir í miðal 18,8%, sigur Hagstova Føroya. Lítil prísvøkstur í 2010.
Tað er niðurstøðan hjá Hagstovu Føroya, sum hevur hugt at prístalinum í 2010.
- Í 2010 hækkaði miðalbrúkaraprístalið 0,4%. Hesin lítli prísvøkstur kann samanberast við príslækkingina upp á 1,1% í 2009 og ógvisliga prísvøksturin í 2008 upp á 6,3%.
Hagstova Føroya sigur, at brúkaraprístalið er hækkað spakuliga alt árið 2010 - úr 115,2 fyrsta ársfjórðing upp á 116,3 fjórða ársfjórðing.
- Miðalbrúkaraprístalið var 115,9 í fjør samanborið við 115,4 í 2009, 116,7 í 2008 og 109,8 í 2007.
Í miðal er brúkaraprístalið farið 0,4 upp seinasta árið samanborið við príslækkingina uppá 1,1% í fjør og prísvøksturin uppá 6,3% í 2008.
Hagstova Føroya sigur, at mestu ávirkanina á prísgongdina 2010 hava prísirnir á brennievni havt.
- Prísurin á brenniolju til húsarhald hækkaði í miðal 18,8%, meðan prísirnir á brennievni til akfør hækkaðu 13%.
Hagstova Føroya sigur, at matvøruprísirnir fóru 0,3% niður í 2010.
- Tað eru serliga prísirnir á frukt, grønmeti og kjøti, sum eru farnir niður, verður lagt aftrat.