Brennivínið er svikaligt

Telduposturin

Øl og brennivín hava alstóran týdning fyri álendingar. Ikki tí teir drekka so ovurhonds nógv, men tí at samfelagið fær ein stóran part av sínum inntøkum frá tollfríari sølu av alkoholvørum.

At svenskarar nú í nærmastu framtíð fáa størri atgongd til bíligt rúsdrekka úr øðrum ES-londum, og svensku rúsdrekkaavgjøldini samstundis lækka munandi, skapar tí ikki sørt av órógv á Álandi.

Tey stóru ferjureiðaríini fáa meginpartin av sínum inntøkum frá tax-free sølu, og soleiðis kunnu ferðaseðlaprísirnir haldast á einum sera lágum støði. Hetta lokkar hvørt ár milliónir av svenskarum og finnlendingum umborð á tær stóru ferjurnar, sum sigla í fastari rutu millum Svøríki og Finland. Áland slapp sum einasta øki innan ES at varðveita skattafría sølu eftir 1. juli í fjør, og hetta hevur gjørt tað áhugavert hjá bæði álendskum og útlendskum reiðaríum at lata skipini leggja at í Álandi á leiðini millum Svøríki og Finland. Av hesum áðum hava umleið 9 milliónir ferðafólk lagt leiðina fram við Álandi seinasta árið.


Og hetta fyrsta árið tykist skattaundantakið mótvegis EU at hava givið Álandi ein veldugan fyrimun í tí hørðu kappingini innan ferðamannaskipavinnuna í Eystursjónum.

Skattafría sølan hevur higartil verið ein sera góð forrætning fyri ferjureiðaríini. Prísirnir í tax-free handlunum umborð liggja í miðal bert eini 20-25% undir prísunum í almennu rúsdrekkasølunum í Svøríki og Finlandi, og vinningurin hjá reiðaríunum er tí ógvuliga stórur.

Men nú eru álendingarnir vaknaðir sum við kaldan dreym av gongdini í grannalondunum.

Fyrr lítlum mánaði síðani gjørdu Svøríki og ES semju um, hvussu Svøríki skal laga sínar reglur fyri innflyting av rúsdrekka eftir restini av ES. Ár 2004 sleppa svenskarar at innflyta stórar nøgdir av bíligum øli, víni og brennivíni úr øðrum ES-londum, eitt nú Danmark og Týsklandi. Talan verður um 10 litrar av brennivíni og 100 litrar av øli og víni. Longu 1. juli í ár fleirfaldast nøgdirnar av øli og víni. Finland hevdi longu frammanundan gjørt avtalu um somu tillagingargongd.


Svenska stjórnin hevur kunngjørt, at Svøríki fer at lækka rusdrekkaavgjøldini munandi fyri at Systembolaget, almenna svenska rúsdrekkasølan, ikki skal fara til grundar í kappingini.

Hetta merkir at ferðavinnureiðaríini eisini mugu fylgja við og lækka sínar prísir. Reiðaríini eru komin við varisligum metingum um, at so fer helst at vera.

Men týsdagin kom so tann fyrsta veruliga bumban. Størsta álendska reiðaríið, Viking Line, boðaði frá, at tað fer helst at flyta tvey av størstu skipum sínum undir annað flagg 1. januar næsta ár. Væntandi minking í vinninginum ger tað neyðugt at minka um rakstrarútreiðslurnar. Hetta seinna, rakstrarútreiðslunar hjá reiðaríunum, hevur verið ein nógv umrøddur spurningur seinastu árini.

Finsk og álendsk reiðarí eru fíggjarliga tyngd av, at Finland ikki hevur gjørt sínar skattareglur fyri sjóvinnuna so lagaligar, sum ES loyvir, og at Finland ikki heldur hevur eina nettolønarskipan fyri sjómenn, eins og vit kenna tað eitt nú í Danmark.


Reaktiónirnar hava verið ymiskar eftir útspælið frá Viking Line.

Ein leiðari í blaðnum Nya Åland staðfestir turt at... ?Trúskapinum hjá stórfyritøkum skal ein ongantíð rokna við. Tær flyta eftir pengunum, tað er bara so og er einki at moralisera um?. Tað sum hevur týdning nú, verður víðari sagt í hesum leiðara, er at byrja at gera sær hugmyndir um, hvussu Áland skal klára seg vinnuliga eftir 2004. ?Hvar eru visiónirnar um, hvussu Áland skal varðveita sína vælferð uttan sprittið sum smyrjievni??

Løgmaður, ella Lantrådet sum heitið er her, sigur í eini yvirskrift í størsta blaðnum Tidningen Åland : ?Tað er álvari nú!? Hann sipar til tær treku samráðingarnar við finska statin um eina lagaligari skattalóg fyri sjóvinnuna og til tingingar millum finska statin og Áland um at skipa eina egna álendska skipaskráseting. Men hann staðfestir, at tað kann taka ár, áðrenn nøkur nýggj skipan fæst at virka. Og beint nú hevur landsstýrið ikki nakað boð upp á, hvørji tiltøk ein kann seta í verk, til tess at búgva seg til støðuna eftir 2004.

Leiðarin fyri álendsku deildina av finska sjómannafelagnum heldur, at hetta er spæl fyri gallarínum og ein roynd at trýsta bæði statin og fakfeløgini at geva reiðaríunum betri sømdir.

Helst er útspælið hjá Viking Line í ein ávísan mun politiskt.

Men fyrst og fremst er tað kortini fyrsta tekinið um avgerandi broytingar í búskaparligu umstøðunum og fortreytunum hjá Álandi, ein fyrsta fráboðan um at Áland stendur framman fyri sera torførum buskaparligum tillagingum komandi árini.


Mikkjal Helmsdal,

Áland