Ólavsøkan var væl fyriskipað sum ongantíð áður. Tað var hugaligt at skoða til hesa ólavsøkuna, ongar stórar Akvavitfløskur at síggja sum fyrr í tíðini, og føroyingar og teirra drekkivanar teirra eru nógv broyttir, hetta var henda ólavsøkan eitt gott dømi um.
Á ólavsøku í ár vóru fleiri vælfyriskipaðar caféir, har tann sum vildi kundi keypa sær eina ella tvær øl um hann/hon vildi tað og hetta er eisini eitt gott dømi um, at vit føroyingar duga væl betri at drekka enn áður.
Sjálvandi eru tað nøkur, sum ikki duga og tola so væl at nýta rúsdrekka við skili. Men til hetta er at gera eitt gott fyribyrgjandi arbeiði, og tað skal landið saman við handilslívinum og fráhaldsrøslunum syrgja fyri.
Tað er burtvið, at gera eitt alment partafelag og við at útbyggja verandi rúsdrekkasølu og nei lat brennvínsøluna upp fyri handilslívinum at umsita og brúki avgjøldini til fyribyrging.
So her eri eg eisini samdur við Heðin D. Poulsen, greinskrivara, har hann skrivar um sama evni og eg loyvi mær at endurgeva nakað her: »Heldur skuldi almenna brennivínssølan verið avtikin, og síðani kundu milliónirnar sum vóru at spara í almennari umsiting verið brúktar til fyribyrging, upplýsing og til tað framúrskarandi arbeiðið ymisku fráhaldsrørslurnar og stovnarnir gera fyri tey, har brennivínið hevur tikið yvir.« (endurgeving endar). Her eri eg púra samdur við Heðini.
Ja, tað er tíð uppá at fáa endurskoðað okkara rúsdrekkalóg og lagt søluna til privatar hendur t. e. til handilslívið at umsita og ikki brúka meira pengar til almenna fyrisiting og eitt nú við gera eitt alment partafelag, sum talan nú er um frá almennari síðu.
Sum sagt ólavsøkan í ár, sum var vælfyriskipað, var eisini eitt gott dømi um at føroyingar og teirra drykkivanar eru nógv broyttir, ja, nú er bara eftir hjá øllum pørtum at fylgja við.