Bretar eru fyri at fara úr ES

Hevði fólkaatkvøða verið í Bretlandi í dag um limaskapin í ES, hevði meirilutin atkvøtt fyri at taka landið burtur úr samvbeldinunm.

Tað vísir ein meiningakanning hjá blaðnum Times, og hetta er tann fyrsta kanningin um hetta málið, síðani David Cameron, forsætisráðharri, boðaði frá, at fólkaatkvøða verður um ES-limaskapin í 2017.

Í kanningini hjá Times svara 53 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri, at Bretland skal fara burtur úr ES. 47 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri framhaldandi ES-limaskapi.