Bretar vilja hava William til kong

Sluppu bretar at gera av, hvør skal taka við trúnuni eftir Elizabeth drotning, høvdu teir valt William prins fram um pápan, Charls krúnprins. Ein meiningakanning, sum News of the World, hevur latið gera, vísir, at 64 prosent halda, at William prinsur eigur at taka við eftir ommu sína.

Í einari kanning hjá Sunday Times siga líka nógvir bretar, at William er betur egnaður enn pápin at taka við trúnuni. Í hesari kanningini siga 44 prosent, at Charles eigur at siga arvarættin til trúnuna frá sær, so sonurin kann koma framum í røðini.

Síðani hann bleiv vaksin, hevur William prinsur altíð verið betur umtóktur enn pápín, Charles krúnprinsur. Tann 28 ára gamli prinsurin kunngjørdi fyrr í vikuni, at hann og unnustan, Kate Middleton, skulu giftast.