Millum tey 242 fólkini umborð vóru 53 bretar.
Tilbúgvingartoymið skal hjálpa raktu bretum, sigur bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, í røðu fyri Undirhúsinum sambært BBC.
Umframt teir 53 bretarnar vóru 169 indarar, sjey portugisar og ein kanadiari umborð á flogfarinum. Enn er ikki greitt, hvønn tjóðskap hini 12 hava.
Portugisiska stjórnin sigur, at hon hevur fingið listan yvir sjey fólk, sum vóru umborð á flogfarinum, sum datt niður, skrivar tíðindastovan AP.
Ein løgreglustjóri á staðnum segði seinnapartin í dag, at einki bendir á, at nakar er komin frá vanlukkuni á lívi, skrivar tíðindastovan AFP.
/Ritzau/