Í næstu viku fer fyrrverandi IRA-leiðarin Martin McGuinness á fund við Elizabeth drotning. McGuinness er varamaður hjá fyrstaráðharranum í Norðurírlandi, og fundurin millum hann og drotningina er partur av friðartilgongdini í landspartinum.
Flokkurin hjá Martin McGuinness, Sinn Fein, sigur, drotningin hevur boðið McGuinness til fundar í Belfast, og at írski forsetin, Michael D. Higgins, verður við á fundinum.
Formaðurin í Sinn Fein, Gerry Adams, fegnast um tiltakið, men leggur afturat, at hann dugir væl at skilja, um nógv fólk eru ímóti, at ein fyrrverandi IRA-leiðari fer á fund við drotningina.