Bretska parlamentið má flyta

Alt bendir á, at teir bretsku parlamentslimirnir mugu fáa onkran annan bygning av húsast í í eini fimm ár, nú tosað verður um at umvæla parlamentsbygningin í London. Tað sigur BBC.

Sagt verður, at umvælingararbeiðið verður so umfatandi og so drúgt, at tinglimirnir kunnu ikki vera har, meðan arbeitt verður, og tí verður neyðugt at fáa teimum ein ella annan ráðstevnubygning, sum er tøkur, og sum er egnaður til endamálið.

Ætlanin, at umvælingararbeiðið skal byrja í 2015, og kostnaðurin er mettur til tríggjar milliardir bretsk pund, sigur BBC.