Nýggi varianturin av koronu, ið fyri tveimum vikum síðani varð staðfestur í Stórabretlandi, er nú staðfestur í fleiri øðrum evropeiskum londum.
Nýggi varianturin er sambært BBC staðfestur í Spania, Svøríki og Sveis.
Hildið varð upprunaliga, at nýggi varianturin hevði uppruna í Stórabretlandi, men granskarar halda nú, at tað er eisini møguligt, at smittan hevur uppruna aðrastaðni, men varð bert fyrst staðfest í Stórabretlandi.
Fleiri evropeisk lond stongdu fyri flogferðsluni til Stórabretlands, tá nýggja smittan varð staðfest, men smittan er nú uttan fyri Stórabretland kortini.
Nýggi varianturin er ikki meira vandamikil enn tann, ið vit hava havt frammaundan, men hann smittar nógv verri.