Sjey bretskir hermenn eru handtiknir, tí teir eru undir illgruna fyri eitt morð í Afghanistan í fjør. Tað kunngjørdi bretska herleiðslan í gjárkvøldið.
-Hernaðarløgreglan hevur tikið sjey menn í Royal Marines, tí teir eru undir illgruna fyri morð, segði talsmaðurin hjá verjumálaráðnum.
Herleiðslan sigur, at tað verður kannað, um hermenninir brutu reglurnar og gjøredu seg sekar í morði. Sagt verður, at ein afghanskur uppreistrarmaður er tengdur at hendingini, men meiri vil herleiðslan ikki siga.
-Hendingin hevur tilknýti til ein uppreistrarmann, men einki sivilfólk, sigur talsmaðurin hjá verjumálaráðnum.
Sambært BBC er hetta fyrstu ferð, at bretskir hermenn verða rættarsøktir fyri morð í Afghanistan.