Tað hevur verið sum í einum sovjetskum bakaríi síðstu vikurnar. Meginpartin av degnum hava hillarnar verið tómar fyri rugbreyð, og tá nakað er at fáa, hava langar bíðirøðir staðið út á vegin.
Fólk hava staðið klár hvønn morgun, tá rugbreyð er komið á hillarnar, og útselt hevur verið eftir lítlari løtu.
Tað hevur ljóðað, at nú skuldi gerið vera uppi, og tí hava fólk roynt at keypt inn undir seg. Men ongin vandi er á ferð, sigur Christian Nielsen, bakari hjá Gunnleivi.
? Vit hava nokk av mjøli og geri til tvær vikur afturat. Gerið var um at vera uppi, men vit hava fingið fatur á nóg mikið til, at vit kunnu halda fram at baka rugbreyð, sigur Christian Nielsen.
Sosialurin skilir, at meira enn 100 kilo av geri eru fingin til vega onkursvegna.
Bakarameistarin sigur seg ongantíð hava verið við til nakað líknandi, sum undir hesum verkfallinum. Bakaríið hjá Gunnleivi hevur bakað breyð sum ongantíð áður. Eitt nú varð bakað í 21 tímar út í eitt seinasta mikudag.
? Líkt er til, at fólk eta nógv meira breyð enn vanligt, kanska tí at epli ikki fáast til matna longur. Men tað kann eisini vera tí, at fólk fylla frystiboksirnar við breyði. Men um fólk annars keypa sum higartil, so hava vit til hesa vikuna og helst næstu viku eisini, og man verkfallið ikki vera av tá? spyr Christian Nielsen.