Eitt heldur margháttiligt óhapp hendi í dystinum ímillum Argentina og Nigeria í dag, sum endaði við 3-2-sigri til Argentina. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin var tað eyðsæð, at okkurt álvarsligt var áfatt við Mihcael Babatunde hjá Nigeria. Hann tók seg til høgra arm og varð borin av vøllinum.
Tað vísir seg nú, at armurin er brotin, og at ein liðfelagi var atvoldin til brotið. Ogenyi Onazi royndi seg nevniliga við einum dundurskoti, men heldur enn at bólturin fekk loyvi at ferðast ímóti málinum, so rakti hann beint á Babatunde.
Eftir kanningar í kvøld hevur tað víst seg, at undirarmurin hjá Babatunde er illa brotin, og at hann tískil ikki verður við Nigeria í 1/8-finaluni, sum mest sannlíkt verður ímóti Fraklandi.