Brian: Góður javnleikur ímóti oddaliðnum

(Rás2) Brian Jacobsen hjá Skála fegnast um, at teir eru teir fyrstu at taka stig frá KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við áleyparan hjá Skála, Brian Jacobsen, ið saman við liðfeløgunum gjørdist fyrsta liðið, ið tekur stig frá KÍ hetta kappingarárið. Tað gjørdi Skála við at spæla 0-0 ímóti KÍ.

 

Brian Jacobsen viðgongur, at Skála skapti ikki so nógvar málmøguleikar, men hann staðfestir við gleði, at Skála stóð væl á vøllinum, og arbeiddi væl.

 

- Javnleikur ímóti KÍ, ið einki stig hevur mist áðrenn dystin í dag er fínt, slær Brian Jacobsen fast í samrøðuni við Hilmar Jan Hansen.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll Klettskarð hjá KÍ hoyrist HER