Brian roynir seg aftur í B36

Tað verður vónað, at álopsspælarin av álvara fer at koma fyri seg, eftir at hann var skaddur tað mesta av síðsta kappingarári

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Brian Jakobsen.

 

30 ára gamli álopsspælarin flutti eftir kappingarlok í 2018 av Skála og til B36. Á Skála var hann toppskjútti í 2018, tá ið hann skoraði 11 mál.

 

Í 2019 skoraði hann 9 mál í 25 landskappingardystum í B36, meðan tað hevur verið meiri soltið við málskjótingini tvey tey seinastu árini.

 

Í 2020 skoraði hann fýra mál í 19 dystum, og í ár skoraði hann eisini fýra mál, men tað var bara í átta dystum – sjey landskappingardystum og einum steypadysti.

 

Skaði í lærkrikanum var orsøk til, at Brian Jakobsen síðstu ferð var á B36 liðnum í 11. umfari, 16. mai, tá ið B36 hevði vitjan av 07 Vestur, og gestirnir fóru vestur aftur við einum stigi, tí úrslitið var 1-1.

 

B36 veit í kvøld at siga, at Brian í heyst varð skurðviðgjørdur, og at hann nú er um at vera klárur at fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

 

Sambært fyribils skránni, sum FSF hevur sent feløgunum at gera viðmerkingar til, skal B36 í fyrsta umfari spæla á heimavølli ímóti B68. Tað verður sunnudagin 6. mars.

 

Sambært faroesoccer.com hevur Brian Jakobsen spælt 129 dystir í bestu deildini og skorað 37 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 20 dystir og skorað átta mál, og so hevur hann spælt ein stórsteypadyst og ein dyst í Europa League.