Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð 17 ára gamli Brian Slyne, sum í summar flutti úr FC Hoyvík og til B36, skiftur inn á B36 liðið, sum í kvøld í Gundadali hevði vitjan av B71.
Tá var støðan 1-0 til B71. Clayton Soares legði sandoyingar á odda í tíggjunda minutti eftir horna úr vinstru frá Áka Hentze.
B71 var á odda, inntil tað restaði eitt korter. Ellivu minuttir eftir at hann varð skiftur inn, javnaði Brian Slyne til 1-1. Uppleggið átti Andreas Thomsen. Illa kroystur tamdi Brian hegnisliga bóltin við bringuni, áðrenn hann smekkaði hann upp undir nettakið.
Tveir minuttir seinni legði B36 seg á odda 2-1. Sámal Jákup Jacobsen var málskjútti, og Emil Weihe Joensen spældi framímillum.
Tríggjar minuttir undan leikloki var Brian Slyne aftur upp á spæl, tá ið hann økti um B36 leiðsluna til 3-1. Eftir innlegg úr høgru og út frá heilfluktaði Brian Slyne úr 12 metrum og upp undir málkrókin.
B36 vann sjey hornaspørk og B71 vann trý hornaspørk. B36 hevði sjey royndir á B71 málið, og B71 hevði tríggjar royndir á B36 málið.
Úrslitið ber við sær, at B36 er á áttanda plássi við 31 stigum – níggju fleiri enn AB sum er nummar níggju.
B71 hevur 32 stig.
Leygardagin fær B71 vitjan av 07 Vestur, og B36 skal leygardagin spæla grannauppgerð ímóti HB.