Leygardagin 25. novembur 2023 vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.
Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu hetta vikuskiftið vóru hesi:
Umfar 7:
Snekkjurnar – Hallur Ellingsgaard |
18,91 – 1,09 |
Jóannes Mouritsen – Rútar 7 |
17,06 – 2,94 |
Dia og Kúllarnir – Jassarnir |
17,19 – 2,81 |
Rinkuhúsini – Byggitilfar |
2,32 – 17,68 |
Henriette Svenstrup – Blandaði Bomm |
20,00 – 0,00 |
Umfar 8:
Hallur Ellingsgaard – Blandaði Bomm |
17,67 – 2,32 |
Byggitilfar – Henriette Svenstrup |
19,00 – 1,00 |
Jassarnir – Rinkuhúsini |
1,37 – 18,63 |
Rútar 7 – Dia og Kúllarnir |
0,00 – 20,00 |
Snekkjurnar – Jóannes Mouritsen |
2,44 – 17,56 |
Umfar 9:
Jóannes Mouritsen – Hallur Ellingsgaard |
17,19 – 2,81 |
Dia og Kúllarnir – Snekkjurnar |
17,06 – 2,94 |
Rinkuhúsini – Rútar 7 |
20,00 – 0,00 |
Henriette Svenstrup – Jassarnir |
15,77 – 4,23 |
Blandaði Bomm – Byggitilfar |
0,00 – 20,00 |
Endaliga støðan eftir tey 9 umførini í grundspælinum gjørdist hendan:
- Jóannes Mouritsen 165,44 stig
- Byggitilfar 144,10 stig
- Dia og Kúllarnir 126,90 stig
- Rinkuhúsini 108,20 stig
- Henriette Svenstrup 86,08 stig
- Rútar 7 76,60 stig
- Snekkjurnar 63,34 stig
- Hallur Ellingsgaard 56,24 stig
- Jassarnir 48,71 stig
- Blandað Bomm 24,39 stig
Farið verður nú undir endaspælið, og greitt er at A-bólkurin og B-bólkurin vera mannaðir við hesum liðum:
A-bólkurin: Jóannes Mouritsen, Byggitilfar, Dia og Kúllarnir, Rinkuhúsini.
B-bólkurin: Henriette Svenstrup, Rútar 7, Snekkjurnar, Hallur Ellingsgaard, Jassarnir og Blandaði Bomm.
Liðini fáa sum kunnugt ¼ av teimum stigum, ið hesi hava fingið í innanhýsis dystunum móti liðunum, sum koma í sama bólk, við sær til endaspælið. Byrjunarstøðan í endaspælinum er sostatt hendan:
A-bólkurin:
- Jóannes Mouritsen 13,89 stig
- Byggitilfar 9,66 stig
- Dia og Kúllarnir 3,93 stig
- Rinkuhúsini 2,52 stig
B-bólkurin:
- Henriette Svenstrup 18,78 stig
- Rútar 7 16,05 stig
- Snekkjurnar 12,21 stig
- Hallur Ellingsgaard 11,95 stig
- Jassarnir 10,97 stig
- Blandað Bomm 5,04 stig
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.
Fyrstu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. januar 2024, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.
##med3##
##med2##