Brigitte Bardot farin aftur til Týsklands

Sambært Paul Watson so hevur tríkiljan sett kós móti Bremen.

Líkt er til, at tríkiljan Brigitte Bardot, ið síðani tíðliga í summar hevur verið í Føroyum í samband við átakið Sleppið Grindini, er farin aftur til Týsklands.


Tað er stovnarin av Sea Shepherd, Paul Watson, ið upplýsir hetta á sínum Facebook-vanga í dag.


- Brigitte Bardot er farin úr Føroyum aftur til Bremen. Týskland, tí okkara skip eru avmarkaði til einans at vera tríggjar mánaðar í Føroyum. Sam Simon og Bob Barker eru enn á varðhaldi.


Hóast tríkiljan hevur verið í Føroyum, so eydnaðist tað ikki at steðga teimum grindadrápum í hava verið.

Tríkiljan var tó til staðar, tá ein grind varð hildin til í Bø. Tá vórðu tvey fólk, ið vóru partur av manningini umborð á tríkiljuni, handtikin og víst av landinum.