Brim fer nú á pallin við Ragnaroki

Leikurin verður framførdur fýra ferðir afturat

Teir næstu dagarnar fer Brim, sum er ungdómsbólkurin hjá Havnar Sjónleikarafelag, at framføra leikin Ragnarok í Havn.

Leikurin verður framførdur bæði á meiarínum og á palli uttanfyri Norðurlandahúsinum-men er veðrið ikki til vildar, verður farið undir tak.

Undir leiðslu av finska leikstjóranum, Hedvig Westerlund, hava tey brúkt tað mesta av einum ári uppá at venja leikin, sum Petur Jensen hevur skrivað í samstarvi við bólkin sjálvan.

Leikurin, sum byggir á norrønu gudalæruna, skuldi framførast fyrstu ferð í gjárkvøldi í sambandi við ungdómsleikarastevnuna í Trongisvági.

Brim er ein sjónleikarabólkur, sum hevur verið til í nógv ár, um enn við skiftandi manning, men hann hevur eisini verið óvirkin ávísar tíðir.

Hesuferð eru tað sjey studentaskúlanæmingar, sum hava birt lív í aftur bólkin.

Tey vildu alla tíðina hava ein nýskrivaðan, føroyskan leik at framføra og tí settu tey seg í samband við Petur Jensen, og tey hava so skrivað leikin í felag.

Somuleiðis vildu tey hava ein leik, sum var sprottin úr føroyskari mentan.


Ein røð av myndum

Ragnarok er ein røð av myndum, sum alla tíðina flyta seg ímillum okkara tíð og og tað norrønu gudalæruna.

?Teksturin varð skrivaður ígjøgnum eina røð av improvisatiónum, sum seta samband ímillum báðar tíðirnar, sigur bólkurin í einum tíðindaskrivi.

Í miðjuni stendur Freja Olsen, ein kvinna, fangað í mytuni, sum hon sjálv spinnur, og sum hon vil seta fram í einum filmi.

Filmurin førir hana til eitt samanbrot, áðrenn ein nýggj veruleikamynd byrjar at taka skap-ein myndm har hennara ?image? ikki longur er tað týdningarmesta, sigur Brim.

Sum nakað nýtt, er ætlanin at framføra leikin ta einu ferðina á pallinum uttanfyri Norðurlandahúsið.

Leikurin er 50 minuttir og hann verður framførdur soleiðis:

Sunnudagin kl. 16, mánadagin kl. 20 og mikudagin, ólavsøkuaftan, kl. 20, í Meiarínum.

Framførslan á uttandura pallinum við Norðurlandahúsið verður týsdagin 27. juli kl. 16.

Men viðrar tað ikki, verður hann framførdur innandura í Klingruni ístaðin.

Atgongumerkini kosta 60 krónur.

Til hvørja sýning á Meiarínum verða tey at fáa í Kunningarstovuni, ella við dyrnar ein tíma undan hvørjari sýning.

Atgongumerki til uttandura sýningina verða at fáa í Norðurlandahúsinum.