Brimil
Nú er eisini semja gjørd ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá manningini á Brimli. Men ein eykavinningur er, at menninir umborð á hinum vaktarskipinum, Tjaldrinum, fáa somu lønarækking sum teir á Brimli.
Tað var á fundi hóskvøldið, at partarnir báðir samdust um lønarviðurskiftini hjá manningini á Brimli og á Tjaldrinum.
Eftir avtaluni fáa dekkararnir og kokkarnir á Brimli og á Tjaldrinum eina lønarhækking uppá góð 6% í miðal.
Dekkarnir eru í løtuni løntir í 16. lønarflokki, sum gevur teimum eina endaløn upp á 18.639 krónur um mánaðin. Eftir nýggju avtaluni fara teir upp í 20. lønarflokk, og tað gevur teimum eina endaløn upp á 19.786 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarhækking upp á 6,06%.
Bátsmenninir eru løntir í 17. lønarflokki og tað gevur teimum 18.880 krónur í endaløn um mánaðin. Men nú eru teir fluttir upp í 22. lønarflokk og tað gevur teimum eina endaløn upp á 20.358 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarhækking upp á 7,83%.
Og at enda eru kokkarnir í løtuni løntir í 20. lønarflokki, sum gevur teimum 19.786 krónur í endaløn um mánaðin. Men nú eru teir fluttir upp í 24. lønarflokk og tað gevur teimum eina endaløn upp á 20.826 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarhækking upp á 5,50%.
Lønarhækkingin hjá manningini á Brimli er við afturvirkandi kraft og verður roknað frá 1. november í fjør. Hinvegin kemur lønarhækkingin hjá manningini á Tjaldrinum í gildi nú. 1. mars.
Loysir í næstu viku
Áður er eisini avtalað gjørd við Maskinmeistarafelagið um lønina hjá manningini á teimum báðum vaktarskipunum.
Sostatt eru tað nú bara lønirnar hjá skiparanum og stýrimonnunum, sum enn forða fyri, at nýggja vaktarskipið sleppur at loysa úr Noregi.
Men har hava partarnir langt síðani ásannað, at tað ber ikki til at finna semju. Tí er málið lagt fyri Løgtingið. Løgtingið samtykti hósdagin at seta eina nevnd at áseta lønina hjá navigatørunum á Brimli. Málið skal hava eina viðgerð afturat í tinginum. Hon verður í næstu viku, tá ið tingið væntandi endaliga fer at samtykkja málið, og so er klárt hjá Brimli at loysa.
Sostatt bendir alt á, at Brimil kemur til Føroyar í næstu viku- fýra mánaðir eftir at hann var liðugur á norsku skipasmiðjuni