Sleip
Týsdagin setti vaktarskipið Brimil fast á garnaskipið Drelnes (TG 107) av Tvøroyri.
Drelnes var staddur einar 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi og var til fiskiskap.
Garnaskipið hevði fingið um skrúvuna, meðan teir drógu gør týsmorgunin, og tí heittu teir á vaktarskipið Brimil um at koma teimum til hjálpar.
Brimil sleipaði Drelnes á Klaksvík, hagar teir komu klokkan 03 mikunáttina.
Tá skipini vóru komin til bryggju í øllum góðum, fóru froskmenn av Brimli beinanvegin í holt við at skera burtur av skrúvuni.
Hetta arbeiði gekk eftir ætlan.
Drelnes er fyrrverandi Akraborg og Jónrit. Skipið er smíðað á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961.