Tað sær svart út fyri Britney Spears, sum í dag skal í rættin at berjast um foreldramindugleikan yvir børnum sínum. Í dag skal sakin um foreldramyndugleikan hjá børnunum hjá Britney Spears avgerast. Britney hevur verið á eini skeivari kós í skjótt eitt ár. Hon hevur verið ákærd fyri barnamisshandling og nógvar leysasøgur hava gingið um kendu poppsangarinnuna. Og oman á tað heila gjørdi ein fyrrverandi bodyguard hjá henni í gjár knappliga vart við seg. Hann fortaldi í rættinum at Britney hevði tikið rúsevni meðan børnini sóu tað og at hon eisini hevði latið seg úr frammanfyri teimum. Fox News skriva, at álítandi keldur meta, at Britney fer at missa børnini.