Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er ongin minni enn poppstjørnan, Britney Spears, ið framyvir skal taka støðu til avrikini hjá luttakarunum.
Hon ger tað tó fyri ein dýran prís. Hon fær heili 15 milliónir dollarar fyri at vera X Factor-dómari í eitt ár. Hetta er meira enn 86 milliónir krónur.
Britney Spears er glað og væl nøgd við at sleppa at royna seg sum dómara.
Eg eri sera glað fyri hesa upplivingina. Tað verður stuttligt og øðrvísi enn nakað annað, sum eg havi roynt fyrr, sigur 30 ára gamla sangstjørnan við tmz.com
Hinir dómararnir í sendingini eru Simon Cowell, Demi Lovato og L.A. Reid.
Orsøkin til, at m.a. Britney er komin sum nýggjur dómari, er, at X Factor ongantíð er blivið serliga væl umtókt í USA, í mun til Bretland.
Miðaltalið hjá sendingini var umleið 12,6 milliónir hyggjarar hvørja sending.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð