Bro fekk Vágsbotn at kóka

 

Hann hevur tikið alt danska kongaríki á bóli við sínum fangandi popputu løgum, sum eru so einføld, at tað er ringt ikki at syngja við til løgini. Maðurin kallar seg Bro, og hann er júst liðugur at spæla á stóra pallinum á Voxbotn.

Sigast kann ikki annað, enn at hann hevur ein breiðan fjepparaskara í Føroyum, tí har var væl møtt upp í Vágsbotni til konsertina, sum longu byrjaði klokkan 17:30. Nógv tann størsti parturin var ungt fólk undir 20 ár, og tey sungu við, hoppaðu og vóru øgiliga við uppá tað. 

##med4##

Bro spældi øll síni hitts sum eitt nú "Sydpå", "Hvor er du Bro", og tá hann spældi nýggjasta Paradise Hotel lagið, "Døgnrytme", toppaðu festligheitirnar. Og har varð ikki spart upp á konfetti, royk og eld-bluss.

Danska stjørnan lovaði eitt ordans ball, áðrenn hann fór á pallin, og hetta lyfti helt hann, tí nú er festligi stemningurin á Voxbotn av álvara settur.

##med3##

##med2##

##med5##