Bronsa til Boga

Í einum sera spennandi endaspurti eydnaðist Boga Lenvig at renna seg til bronsu á 5.000 metrum týsdagin

Guernsey: Tað vóru bert 14/100 part sekund, sum skilti Boga Lenvig og gotlendingin á fjórða plássinum, tá 5.000 metra renningin hjá monnum var á skránni týsdagin.
- Ja, hatta var ein spennandi spurtur. Tá vit fóru um seinasta hornið, var eg framvegis nummar fýra, men eg megnaði so at spurta meg fram á bronsuna, men tað var so ikki meira enn akkurát, helt Bogi, tá vit hittu hann á orði eftir renningina.
Og talan var alla tíðina um eina spennandi kapping. Kim Godtfredsen úr Grønlandi tók gullið við tíðini 15.00,62, men frá silvurinum og til fjórða plássið var bert eitt sekund.
Sjálvur var Bogi so hampuliga væl nøgdur um bronsuna, men hann hevði tó havt vónir um meira.
- Eg fór sjálvandi eftir gullinum. Men samstundis visti eg, at skuldi tað eydnast, so mátti alt rigga perfekt, men eg eri ikki ónøgdur. Í ár havi eg satsa meira upp á teir styttru teinarnar, so hetta er bara aðru ferð í ár, at eg renni 5.000 metrar. Og samstundis skar eg 23 sekund av persónliga metinum, har venjarin hjá mær annars hevði roknað við einum 10-15 sekundum, so eg fái illa verið ónøgdur, helt hann.
Annars var talan um ein rættiliga skjótan 5.000 metur, tó at hesin ikki tók metið fyri teinin, sum var sett í 1991. Men í mun til tíðina á Isle of Man, var nógv ferð á. Fýra teir fremstu rennararnir vóru soleiðis væl undir vinnandi tíðini frá teirri ferðini.
Umframt 5.000 metrarnar skal Bogi eisini taka lut í 1.500 metrum, sum verður hósdagin og so hálvum marathon, sum verður fríggjadagin. Fyrst skuldu tey í frælsa ítróttinum tó njóta mikudagin, sum var frídagur, áðrenn hósdagurin byrjar við heiðursmerkjahandanini fyri 5.000 metrar.