Bronsan hongur fyri framman

VB ? Sóljan 27-22 (11-9):
Tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at vágbingar fóru frá vágakvinnum, sum royndu at bíta frá sær uttan at tað eydnaðist

Hondbóltur - kvinnur

VB hevur framvegis møguleika at vinna bronsumerkini í ár. Tað er niðurstøðan eftir dystin móti Sóljuni í høllini í Vági sunnudagin. Gamaní merkir tað, at VB helst skal vinna dystirnar móti VÍF á útivølli og á Stjørnuni heima, men gera tær tað er bronsan vís.
Sjálvt tað vóru 12 stig millum liðini, sum hittust í høllini í Vági sunnudagin, gekk heldur enn ikki stirltið hjá VB at sleppa frá Sóljuni. Vágakvinnur hingu í so frægt sum tær kundu og tað eydnaðist teimum líka til miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá setti VB ferð á og innan fyri tveir minuttir miðskeiðis í hálvleikinum skapti VB eitt hol upp á fýra mál, og tað var nóg mikið til at tryggja dystin.
Dómaraseðilin frá dystinum vísir, at talan hevur verið um tvey heilt ymisk lið. Gamaní eru útlendskir leikarar á báðum liðum, men útlendingarnir hjá VB eru ikki so eygsýndir sum eitt nú Asta Petrauskiene er tað hjá Sóljuni. Einki er at ivast í, at útlendingarnir hjá VB hava stóran týdning, men har eru eisini aðrir leikarar, sum eisini tora at taka ábyrgd og sum duga at gera mál.
Fyri mótstøðuliðið ger hetta uppgávuna truplari av tí, at tey skulu verja fyri fleiri herum, og tað kann væl vera tað, sum hevur gjørt munin í Vági.

Hópur av brotskøstum
Eitt sum sermerkir dystin í Vági sunnudagin, er talið av brotskøstum og útvísingum. Dómaraseðilin vísir, at Sóljan hevur fimm útvísingar meðan VB bara hevur eina, og tað er eisini eftir eina tvær útvísingar við stuttum millumbili, at VB leggur sjógv til Sóljuna. Útvísingarnar gera at tær sum eru eftir á vøllinum skulu stríðast nógv meira, og tað er eisini nakað sum kostar. Serliga tá liðið, sum Sóljan í hesum føri, er farið til Vágs bara við einum skiftileikara.
Eitt annað sum eisini sermerkir dystin í Vági er, at Sóljan ger 10 brotskøst. Hetta sampakkar rættiliga væl við talið av útvísingum og kann vera eitt tekin um, at leikararnir ikki eru nóg væl fyri kropsliga. Vit kunnu tó ikki við vissu siga, at so er, men ofta er samanhangur millum vánaliga konditión og nógvar útvísingar og nógv brotskøst.
Dysturin í Vági var tann næstseinasti hjá Sóljuni og hóast tær liggja aftast í løtuni, er ikki vist, at tær eisini liggja har tá seinasti dysturin er leiktur. Tann dysturin er nevniliga móti næstniðasta liðum og hann verður leiktur í høllini á Giljanesi næsta fríggjakvøld.
Eins og VB veit tað, kennir Sóljan eisini treytirnar fyri, hvussu tær tryggja sær enn eitt ár í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Sigur á Kyndli er eitt avgjørt krav og tá tað er yvirstaðið skulu tær leggja sítt álit á VÍF, at tær vinna á Kyndli.

Dysturin í tølum:
VB ? Sóljan 27-22 (11-9):
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 6 (2), Sólrun Krosslá 6 (2), Margreth Augustinussen 4 (1), Durita Rouch 4, Rannvá Augustinussen 3, Eyðbritt Krosslá 3 og Gabriella Fekete 1 (1)
Sóljan: Asta Petrauskiene 9 (1), Sólja Jóanisdóttir 6, Fía Selma Nielsen 2, Hertha Simonsen 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Heidi Haraldsen 1
Brotskøst: VB 10, Sóljan 2
Útvísingar: VB 1, Sóljan 5
Dómarar úr TB: Birgir Dimon og Vilhelm Meyer