Ein maður varð um vikuskiftið tikin fyri at hava brotið ein rút niðri hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni. Politiið sigur, at fleiri smærri herverk hava verið um vikuskiftið, og hesuferð fangaðu teir mannin á staðnum. Hann bløddi í hondini og hevði brotið ein rút.
Leygardagin bað ein bátur um hjálp, tí hann tók vatn inn. Hann var tá staddur útfyri eystara mola. MRCC fekk boðini og pressarin fór út til bátin. Men tá motorurin varð sløktur gavst báturin at taka vatn inn, og kom sjálvur inn til lands.
Sunnunáttina vóru tveir mans tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Annar í Havn og hin í Sundalagnum.
Eisini hava nøkur mál um húsaófrið verið um vikuskiftið. Tað eina málið snúði seg um ein mann, sum hevði sligið konuna. Talan var ikki um nakað lívshóttandi slag, men hann varð meldaður fyri at sláa hana í høvdið.