Brotssparkskapping í Sørvági

Í løtuni gera teir klárt at fara undir brotssparkskapping í Sørvági, har B36 er á vitjan hjá 07 Vestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Úrslitið eftir vanliga leiktíð var 2-2. Í longdu leiktíðini varð einki mál skorað, og tí gera teir nú klárt at avgera í brotssparkskapping.

Í longdu leiktíðini hevði 07 Vestur bóltin í B36 málinum, men málið var kolldømt av dómaranum, sum segði, at talan var um rangstøðu.