Veðurstova Føroya:
Greiningin, sum einamest er bygd á endurgreinað dáta frá ERA5-myndlinum, kemur m.a. til ta niðurstøðu, at ikki er merkisverd øking í títtleikanum ella vindferðini í stormum á okkara leiðum.
Veðurlagið broytist, men hvussu tað broytist á okkara leiðum, er enn ikki nóg væl kannað. Vit vita frá føroyskum mátingum, at miðalhitin greitt er vaksandi, men meiri ógreitt er t. d., hvussu er við broytingunum í vindviðurskiftinum. Partur av grundgevingini er, at tað hevur verið tekniskt truplari at gera vindmátingar, og færri mátingar eru tí tøkar. Eisini eru vindmátingar, gjørdar í fjallalandi sum okkara, nógv ávirkaðar av lendinum, og umboðar hvør av hesum mátingum tí bert ein lítlan part av Føroyum.
##med2##
Tað er tí verri at gera niðurstøðu um broytingar í vindinum, sum eru galdandi fyri allar Føroyar, serliga um mátistað og mátitøkni eru broytt við tíðini.
Ein máti at sleppa undan hesum óvissunum er at nýta veðurmyndlar heldur enn vindmátingar. Tey flestu vita, at veðurmyndlar verða brúktir at spáa um veðrið, sum kemur, men tað er minni kent, at veðurmyndlar eisini verða koyrdir aftur í tíð. Ein fyrimunur við veðurmyndlum, sum koyra aftureftir, á enskum kalla re-analysis (endurgreinað-myndilsdáta á føroyskum) er, at til ber at noyða hesar at passa við allar tøkar veðurmátingar. Endurgreinað-myndilsdáta passa tískil betur við veruleikan enn vanligir veðurmyndlar, og dáta eru eisini áleið líka álítandi alt tíðarskeiðið. Slík dáta eru tí vælegnað at hyggja at broytingum yvir longri tíð. Tað eru endurgreiningadáta frá ERA5, sum fyrst og fremst verða brúkt í hesi greinini, ið er at finna á: https://rmets.onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1002/joc.70125.
Kanningarnar vístu, at ERA5 vindurin er ofta ov lítil í mun til, hvat lokalar mátingarnar siga. Men mynstrið tykist greitt. Tað eru sveiggj í títtleika og vindferð í stormunum millum áratíggjuni (80-90’ini serliga ring), men yvir alt tíðarskeiðið samlað sæð var ikki statistisk merkisverd øking í vindferð ella títtleika. Fyri at betra um neyvleikan var eitt annað meiri háupploust modell, kallað NORA3, eisini tikið við, umframt at var hugt at trýstbroytingum undir stormhendingunum, tí vindferð og trýstbroytingar vanliga er tætt knýttar.
Verður hugt meiri neyvt at úrslitunum, so sæst, at í miðal-linjunum sum passa best við hesi 85 ára dáta, so er ein lítil øking í stormtalinum um árið, og at miðalvindferðin eisini økist eitt vet. Tá tað hóast hetta verður sagt, at tað ikki er statistisk merkisverd øking í vindferð ella títtleika, so er tað tí at p-virðini (eitt mát fyri óvissuna í útsøgnini) eru ov stór. Vanligasta markið fyri at taka eina útsøgn í álvara er, um p-virðið er undir 0,05; men í hesum føri eru tey ávikavist 0,22 og 0,10.
##med3##
Broytingin í stormtalið og vindferð gjøgnum tey 85 árini. (Kelda: myndir 11 og 12 frá greinini doi.org/10.1002/joc.70125)
Hetta úrslitið tykist at verða í trá við niðurstøðuna hjá altjóða granskarum í IPCC panelinum, sum í seinastu frágreiðing síni (sí https://www.ipcc.ch/report/ar6/wg1/chapter/chapter-11/ ) meta, at harðastu stormarnir á okkara leiðum ikki tykjast at gerast fleiri ella sterkari.
Í greinini verður dentur lagdur á, at viðkomandi mátingar og stormgreiningar eiga at halda á, so vit í best møguligan mun eru klár til tær avbjóðingar, sum veðrið býður okkum.
Eitt innslag um greinina er eisini at finna hjá KvF á https://kvf.fo/greinar/2025/10/15/hava-kannad-stormar-i-foroyum