Sigldi á molan og sakk

Fyri løtu síðan hoyrdust neyðsendaraakfør niðri í havnargøtum

Tað kann vera trupult at endurgeva tíðindi rætt - ella lýsa tað, sum er hent - tá tann, tú skiftir orð við, er stuttorðaður.

 

Fyri løtu síðan hoyrdust neyðsendaraakfør her niðri í býnum í Havn, og tá vit settu okkum í samband við løgreglustøðina at frætta, vóru boðini hesi:

 

- Ein bátur hevur siglt á molan og er sokkin. Eigarin er komin úr bátinum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga.

 

Stundir vóru ikki til meira, tí vaktleiðarin hevði annað at taka sær av, sum eisini er skilligt, tá ting henda, sum krevja arbeiðsorku.

 

Vit vita tískil ikki nágreiniliga, hvat er hent, og men sambært vaktleiðaranum er eftir øllum at døma eingin fólkaskaði, tíbetur.