Myndir: Bilurin endaði á takinum í eini húsagrund

Seinnapartin leygardagin koyrdi ein bilur niður í eina húsagrund í Vestmanna

Fallið var einar 5-6 metrar, segði vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Sum myndirnar vísa, so er bilurin farin út gjøgnum eina girðing við parkeringsplássið oman fyri húsagrundina.

Tað var klokkan 16:12 leygardagin,  at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur var farin út av og endaður niðri í eini húsagrund í Vestmanna.

Vaktleiðarin sigur, at tað sá so ógvusligt út, so øll tilbúgvin var tilkallað, sløkkilið, sjúkrabilur og løgreglan.

Sum myndirnar vísa, so er bilurin fram fram ígjøgnum girðingina og niður í húsagrundina, har hann er endaður á takinum.

Kvinnan, sum koyrdi bilin, varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Enn kennir løgreglan ikki orsøkina til óhappið, tað verður kannað, men okkurt bendir á, at talan er um ein menniskjansligan feil, segði vaktleiðarin á politistøðini.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Reyði pílurin vísir, hvar bilurin fór útav