Fýra skeltir við QR-kotum um pokurnar í Leirvík

Skeltini siga søguna um, hvussu gerandislívið var í Leirvík tað summarið, sum pokurnar herjaðu

 

Í samband við tiltøkini um pokurnar fyri vikum síðani, vórðu fýra skeltir við QR-kotum sett upp í Leirvík.

 

- Hesi skeltir siga søguna um, hvussu gerandislívið var í Leirvík tað summarið, sum pokurnar herjaðu.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Afturat hesum fýra skeltunum eru fleiri onnur QR-skeltir í kommununi, sum siga frá áhugaverdum søgum aftur í tíð.

 

- Staðsetingin av skeltunum kann síggjast á kortum, sum eru at síggja á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo 

 

Lagt verður aftrat, at fólk kunnu skanna QR-kotuna við fartelefonini og lurta eftir søguni, sum verður lisin, og tú kanst velja ímillum føroyskt og enskt.