VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin stórsigur á Minden

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-Minden 42-27 (22-13)

Í Max Schmelling høllini vann Füchse Berlin ígjár stórsigur 42-27 á Minden í dysti í bundesliguni. Berlinarnir løgdu góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 22-13.

 

Hesaferð fekk Hákun fýra málmøguleikar, og hann setti tveir av teimum í netið.

 

Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 12 stigum fyri seks dystir. Teir eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Flensburg-Handewitt sum hevur 14 stig á fremsta plássinum.

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum Füchse Berlin-Minden 42-27 (22-13):

 

##med2##