Tá amerikanski forsetin í dag helt røðu í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, varð hann avbrotin eitt bil, tá aktir lupu inn í salin og tveittu tveir tjóðartingslimir á dyr.
Sambært Reuters, sum endurgevur Jerusalem Post, vóru tað tveir politikarar á vinstra veinginum, sum vórðu blakaður út. Hetta hendi, eftir at annar teirra hevði eitt skelti á lofti við áskriftini - "Fólkamorð".
Tíðindastovan, Al Jazeera, hevur eina aðra søgu um hendingina og sigur, at ein plakat við áskriftini "Viðurkenn Palestina" varð hildin á lofti.
Sambært Al Jazeera varð tað tjóðartingslimurin, Ayman Odeh, sum avbreyt Donald Trump.
So, tað er í løtuni eitt sindur ógreitt, hvat veruliga gekk fyri seg í ísraelska tjóðartinginum, tá amerikanski forsetin helt røðu í dag, og teir tjóðartingslimir vórðu tveittir á dyr.
##med2##
Í røðu síni segði Donald Trump millum annað:
- Vit savnast í dag við gleði, vón og nýggjari trúgv. Hetta er ikki bara endin á einum kríggi, men hetta er eisini endin á einum tíðarskeiði við yvirgangi og deyða, legði hann aftrat.
Útlendskir tíðindamiðlar vita at siga, at tá amerikanski forsetin, Donald Trump, kom inn í ísraelska tjóðartingið í dag, varð hann stórliga fagnaður.