Armslongd og faklig styrki í stuðulsumsitingini av yrkispalllistini

Tíðindaskriv:

 

Almanna- og mentamálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg til ummælis, har skotið verður upp at flyta stuðulin til yrkispalllistina frá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins. Endamálið er at tryggja armslongd og at savna fakligu viðgerðina av stuðulsumsóknum á einum staði.

 

Sambært uppskotinum verður tað Mentanargrunnurin, sum — eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevum innan palllist —  fer at taka avgerðir um stuðul til yrkispalllist. Mentanargrunnurin umsitur longu fleiri stuðulsskipanir á mentanarøkinum eitt nú filmsstuðulin, sum varð fluttur hagar við ársbyrjan 2025. Stuðulin til yrkispalllistina fær sína egnu stuðulsjáttan á fíggjarlógini, soleiðis at greiður skilnaður verður millum ta játtanina og aðrar játtanir undir grunninum.

 

Við lógaruppskotinum verður eisini skotið upp at broyta heitið “leiklist” til “palllist”, ið verður mett at vera eitt breiðari hugtak, sum fevnir um øll sløg av pallsettari list t.d. sjónleik, dans, opera og aðrar samsvarandi palllistarligar greinar.

 

Við uppskotinum fær Leiklistaráðið á Tjóðpallinum, sum frameftir verður nevnt Palllistaráðið, varafólk og eisini betri møguleikar at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum saman við stjóranum. Ítøkiliga merkir hetta, at Leiklistaráðið ikki longur skal viðgera umsóknir um stuðul til fríyrkisbólkar og aðrar verkætlanir, men at Leiklistaráðið skal hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, sigur, at uppskotið tekur beinleiðis støði í samgonguskjalinum:

 

– Listin skal stuðlast, ikki stýrast. Stuðulsjáttanir verða umsitnar sambært armslongdarmeginregluni. Játtanirnar til ymsu listagreinirnar verða endurskoðaðar og lagdar í fasta legu, sigur Eirikur í Jákupsstovu og leggur afturat

 

– Vit vilja tryggja, at stuðulin til listarligt virksemi verður skipaður á fakligum grundarlagi og við fullari armslongd frá politisku skipanini. Hetta er eitt natúrligt framhald av tí arbeiði, sum longu er gjørt á filmsøkinum og við avtøkuni av biograflógini.”

 

Ummælisfreistin er 3. november 2025.