Tað er Johan Dahl, tingmaður, sum í einum grein 52a fyrispurningi spyr Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum um, hvussu status er fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er framd.
Spurningarnir eru soljóandi:
Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat status er við hesum verkætlanum:
1. Tunlarnir norður um fjall – er nakað fíggjarligt útistandandi millum byggiharra og byggifelagið, sum framdi verkætlanina?
– Um so er, hvussu stór er upphæddin?
– Er svarið játtandi, er upphæddin tá tøk innan fíggjarligu karmarnar?
2. Fámjinstunnilin – er hann endaliga avhendaður og avroknaður við byggifelagið, ella er enn arbeiði eftir at fremja?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Johan Dahl á, at tað er av stórum týdningi, at Løgtingið í sambandi við viðgerð av fíggjarlóg og játtanum til verkætlanir hevur greiða og dagførda kunning um støðuna í byggi- og tunnilsverkætlanum, serliga um avbjóðingar eru í fíggjarligum avrokningum.
– Tað eigur at verða greitt, um verkætlanir, sum eru lidnar ella um at verða lidnar, men ikki endaliga avroknaðar, kunnu viðføra stórar eykakostnaðir og krav um eykajáttanir.
– Hetta er viðkomandi bæði fyri fíggjarliga gjøgnumskygnið og fyri álitið á almennar verkætlanir, sigur Johan Dahl.