Javnt í síðsta umfari

Føroyar telvaðu 2-2 móti D-liðnum hjá vertstjóðini Georgia í seinasta dystinum í EM-stevnuni í Batumi, sum endaði í dag

Her sæst føroyska manningin í dysti móti Litava í EM.

Við tí dystarstiginum, sum vit fingu fyri javnleikin, eydnaðist at ota seg framum Írland aftrat Skotlandi, sum vit høvdu lagt afturum okkum fyri seinasta umfar.

 

Føroyar endaðu soleiðis nummar 38 av 40 liðum í EM. Vit vóru styrkismettir nummar 36. 

 

EM, 9. umfar, Batumi

 

Georgia D - Føroyar 2 - 2

 

Jambul Makharadze 2291 - IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 ½ - ½

 

Tengiz Didmanidze 1995 - Luitjen A. Apol 2318 ½ - ½

 

Lulu Disamidze 1839 - Rógvi Egilstoft 2304 0 - 1

 

GM Valeriane Gaprindashvili 2347 - Martin Poulsen 2276 1 - 0

 

Eitt mynstur, sum gjørdist alt týðiligari sum kappingini leið, endurtók seg í dag. Rógvi Egilstoft vinnur, og yngri bróðirin heldur tørn á uriaspostinum. 

 

Í dag eydnaðist eisini Luitjeni at telva remis í rokmiklum talvi, og tað kom væl við, tí javnleikurin 2-2 bar í sær, at vit yvirhálaðu Írland á málstrikuni. 

 

Martin hevði annað rokaligt talv í dag. Av einihvørji orsøk sat sterkasti telvarin hjá mótstøðuliðnum á fjórða borði. Martin gav honum ein glymur dans, men stórmeistarin vann til endans. 

 

Úrtøkan

 

Einstaklingsúrtøkan hjá okkara telvarum í EM var henda:

 

1. Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9

 

2. Luitjen Akselsson Apol 2½/9

 

3. Rógvi Egilstoft 5/9

 

4. Martin Poulsen 1½/9

 

Rógvi Egilstoft var toppskjútti og hin einasti, sum gongur fram í rating. Høgni stóð seg eisini væl, tó at hann gongur eitt vet aftur í styrkitalinum. Luitjen og Martin eru neyvan nøgdir. Teir høvdu ikki sama tryggleikan og fastleikan í spælinum sum hinir.

 

Men havast skal í huga, at EM er krútsterk kapping. Her fæst eingin lættur dystur. Vit høvdu heldur ongan eykamann við. Teir fýra vórðu tí grýttir fyri leyvurnar dag um dag, eingin hvíld fekst. 

 

Tað kemst ikki uttanum, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevði kunnað gjørt stóran mun á føroyska landsliðnum. Skal hugsingur vera um at fáa annað úrslit enn hetta í EM, er neyðugt, at vit manna okkum við allarsterkasta liði. Annar spurningur er, um fastur venjari átti at verið knýttur at landsliðnum í samband við so krevjandi kappingar sum EM og OL.

 

Føroyska talvlandsliðið skal aftur í eldin longu um ein mánað. Tá byrjar kappingin fyri smátjóðir í Evropa. Har eru vit millum favorittarnar. Kappingin verður á Kýprós. Og tá er Helgi Dam Ziska við.

 

Ukraina vann

 

Tað eydnaðist krígsherjaða Ukraina at vinna EM í talvi fyri landslið. Stóra og fólkaríka landið hevur sterka siðvenju í talvi sum partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum. 

 

Í seinasta umfari í dag vann Ukraina avgerandi dyst á Onglandi 2½-1½. Merkisvert er, at á 1. borði hjá Onglandi situr russiski stórmeistarin, Nikita Vitiugov. Tað var tí dystur millum Russland og Ukraina á fremsta borði í toppdystinum. Talvið millum Vitiugov og Ponomariov endaði javnt. Men russiski stórtelvarin á enska landsliðnum er flýddur úr Russlandi sum mótmæli móti krígnum í Ukraina. Fleiri russiskir stórmeistarar hava alment boðað frá síni mótstøðu móti russisku krígsførsluni í Ukraina. 

 

Annað fyrrverandi Sovjettlýðveldi, Aserbadsjan, endaði nummar tvey í EM. Nummar trý gjørdist Serbia, men hvør mannar fremstu tvey borðini? Tveir russiskir avhopparar - Predke og Sarana.

 

Av norðurlondum var Danmark nógv best. Danir endaðu nummar 12. Norra, sum er sterkasta norðurlendska talvtjóðin, var ikki við. Hini norðurlondini stóðu seg minni væl. Ísland endaði nummar 29, Svøríki 33 og Finnland nummar 35.

 

Her sæst føroyska manningin í dysti móti Litava í EM.