Hamas letur Reyða Krossi fýra deyðar gíslar

Reyði Krossur hevur fingið handað fýra kistur við deyðum ísraelskum gíslum frá Hamas í Gaza. Tað skrivar ísraelski herurin (IDF) á sosiala miðlinum X.

Kisturnar og líkini verða nú latin IDF.

Hamas hevur sostatt latið átta av tilsamans 28 deyðum gíslum.

Fyrr í dag setti Ísrael eina røð av avmarkingum í gildi fyri neyðhjálpina til Gaza, sum ein avleiðing av, at allir teir deyðu gíslarnir enn ikki eru latnir upp.