Trump gevur Charlie Kirk hægstu sivilu viðurkenning

Í dag hevði amerikanski høgravendi aktivisturin Charlie Kirk fylt 32 ár.

Í sambandi við føðingardagin hjá Kirk hevur Trump avgjørt at lata Kirk forsetaheiðursmerkið fyri frælsi eftir deyða hansara.

Tað er hægsta borgaraviðurkenning í USA.

Hetta fór fram fyri løtu síðani á einum hátíðarhaldi í Hvítu Húsunum.

- Hann livdi fyri hesum landinum, livdi fyri sínum børnum og konu síni, men serliga fyri sínum landi, sigur Donald Trump undir røðuni.

Charlie Kirk, sum varð skotin og dripin 10. september, er fyrsti persónurin, sum Trump hevur latið heiðurin í øðrum forsetaskeiði sínum.